Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.11.2023 20:04

Kaj Leo heldur fram í Njarðvík

Mynd: Njarðvík

Kaj Leo í Bartalsstovu og Njarðvík hava í dag gjørt ein 1-ára sáttmála. Tað boðar felagið frá í dag.

Kaj Leo leikti seinnapartin av júst farna kappingarárinum við Njarðvík, eftir at hann skifti frá Leiknir í summarsteðginum. Njarðvík megnaði á síðsta leikdegi akkurát at bjarga sær sætinum í 1. deild.

Kaj Leo, er 32 ára gamal, og kom fyrst til Íslands í 2016 og hevur síðani tá umboða FH, ÍA, ÍBV, Valur, Leiknir og seinast Njarðvík.

Sostatt verður Njarðvík eitt føroyingafelag burturav, eftir at Martin Klein Joensen fyrr í heyst eisini gjørdist ein partur av hópinum.