Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.08.2025 21:58

Kaj Leo er komin “heimaftur” til Sarpugerð

Mynd: Víkingur

Mennirnir hjá Víkingi tóku í dag ímóti EB/Streymi í Betri deildini.

Hóast at Víkingur var favorittur undan dystinum so endaði hann við javnleiki 1-1. Málini skutu Thomas Bjørn Miezan fyri EB/Streym og Jákup Johansen fyri Víking.

Í 89 minutti kom Kaj Leo Í Bartalsstovu á vøllin fyri Arnór Brandsson fyri Víking. Hetta vóru eisini hansara fyrstu minuttir í føroysku bestu deildini síðani 2013.

Kaj Leo, sum í dag er blivin 34 ára gamal, flutti av landinum at spæla yrkisfótbólt fyri 12 árum síðani. Seinast hann leikti fyri barndómsfelagið var tann 26 oktober i 2013 á Tvøroyri móti TB.

Síðani tá hevur hann umboða Levanger FK (Norra), Dinamo Bucarest (Romenia), FH Hafnafjørður (Ísland), ÍBV Vestmanneyjar (Ísland), Valur (Ísland), ÍA Akranes (Ísland), Leiknir (Ísland), Njarðvík (Ísland) og seinast KFK Kópavogur (Ísland).

Komandi dystur hjá Víkingi er móti B68 á Toftum leygardagin 30. august.