Filmsfelagið
Mikudagin sýnir Filmsfelagið mest umrødda danska filmin beint nú – Kærlighedens gerninger – sum kontroversielli og nýskapandi leikstjórin Jesper Rønde (f.1973) stendur fyri.
Hanna, sum býr í einum átrúnaðarligum New Age felagsskapi á jytsku vesturstrondini, ynskir fremst av øllum at fáa eitt barn. Men varda tilveran í felagsskapinum verður vend á høvdið, tá yngri beiggin, Jakob, púra óvæntað kemur á vitjan og burturtrongd minni úr barnaárunum koma upp at blása.
Fer beiggin at forða fyri dreyminum hjá Honnu, at gerast mamma? Og kunnu limirnir í felagsskapinum liva upp til egnar ásetingar og trúgv, tá tey fáa spurningin: Hvør ræður yvir kærleikanum?
Heitið á danska filminum er tað sama, sum Søren Kierkegaard brúkti í 1847, tá hann skrivaði um næstrakærleika.
Undir altjóða heitinum ”Acts of Love” varð filmurin hjá danska Jesper Rønde frumsýndur í Rotterdam. Leikstjórin, sum fyrr hevur gjørt heimildarfilmar sum ”Jerusalem, min elskede” (2003), um at missa trúnna í einum býi við trimum átrúnaðum, og “The Swenkas” (2004), um menn í Johannesburg í Suðurafrika. Fyrsta spælifilmin, “Bridgend” (2015), gjørdi Rønde í Wales, har 79 fólk, í flestu førum tannáringar, tóku seg av døgum í tíðarskeiðnum 2007 til 2012.
Nýggi filmurin, “Kærlighedens gerninger”, byggir á upplivingar hjá systrini.
Danski presturin og ummælarin, Kristian Ditlev Jensen, sigur í fimmstjørnaðum ummæli í Ekko, at ”Jeppe Rønde har lavet en af årets mest provokerende, tankevækkende og rørende film.”
Ditlev, sum eisini hevur útvarpssendingina Ditlev & Demonerne, sigur um næstu sending, har Jesper Rønde er gestur og sigur frá um filmin, at ”historien i vores næste afsnit er dybt personlig – og meget voldsom. Så voldsom, at dagens hovedperson for eksempel har fået fem regler, der skal overholdes i omtalen af filmen, hvis han skal undgå sagsanlæg – fra sin egen familie.”
Enski ummælarin, Chris Jones, sigur frá filmstevnuni í Rotterdam, har filmurin varð frumsýndur í januar í ár, at “One of the film’s most striking themes is shame, presented as a personal burden and a societal construct. Director Jeppe Rønde uses his experiences and Denmark’s colonial history to connect individual guilt to broader cultural narratives. These elements elevate the film from a character-driven drama to a meditation on the collective weight of the past.”
Ummælarin, Adham Yousef, sigur í The Film Verdict, at Rønde viðger einstaklingin mótvegis religiøsu savningarmentanini: “At its core, Rønde’s film gently explores belief and how it can reshape one’s personal identity. Hanna, who was once an outsider, is now immersed in an institutionalised system where faith, love, and trauma recovery are intertwined. The development of Hannah’s character suggests that belief is not just about religion but satisfying one’s need for connection and meaning. This need is satisfied by the commune’s rituals, which can be either a source of comfort or a tool of control, encouraging the audience to draw their own conclusions about the nature of belief and manipulation. Planting Hanna in this closed world, Rønde challenges and also converses with viewers to ask whether this radical transformation is a personal choice or rather the result of indoctrination.”
Sýningin er almenn, og aftaná ber til at brúka atgongumerkið til miðbýarátakið ”Tvey fyri eitt”, sum vit í mong ár hava havt saman við Paname á Vaglinum og í Sirkus í Vágsbotni.
Filmsfelagið: 17/9 kl 20:00 Kærlighedens gerninger (Jesper Rønde Danmark 2025 124 min)