Myndir: JT eletric
Hóskvøldið kom nýggi flakin hjá Hiddenfjord til Sørvágs. Hetta skrivar JT eletric á heimasíðu síni.
Fyritøkan sigur víðari, at talan er um ein fóðurflaka, sum kann taka 700 tons av fóðuri, og hann hevur 6 fóðurlinjur. Flakin er gjørdur til at liggja ómannaður á meira útsettum aliøkjum.
Umframt at hava ein stóran fóður kapasitet, so er flakin fyltur við nýmótans tøkni, sum m.a. framleidd á JT electric á Kambsdali.
Hetta er næsti nýbygningur, sum JT eletric hevur bygt fyri Hiddenfjord.












