Mynd: JT Electric
Tað gongur væl í Føroyum.
Í dag fóru ein trailari við JT Electric vørum frá Kambsdali til Íslendsku alivinnuna.
“Vit vaksa við íslendsku alivinnuni, og vit hava ongantíð áður útflutt so nógv til Íslands sum í 2022.” Hetta sigur JT Electric á Facbook vanga sínum.
JT Electric er heimahoyrandi á Kambsdali og hevur serliga lagt seg eftir at framleiða fóðurflakar, fóðurskipanir og hátøkni til alivinnuna.
Deil á Facebook