Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2022 18:23

JT electric helt føðingardag í dag (Myndir)

Myndir: Eysturoyarportalurin

Í dag var ein serligur hátíðardagur, tá fyritøkan JT eletric á Kambsdali hátíðarhelt, at fyritøkan var sett á stovn fyri júst 50 árum síðani.

Nógv var gjørt burturúr degnum við góðum bæði mati, vøkrum prýði og sangi.

Innbjóðingin segði kl 14.00 til kl 17.00. Men tá klokkan sló 14.00 vóru longu sera nógv fólk uppmøtt. Og hetta var eisini nakað, sum forstjórin Suni Justinussen skemtiliga innleiddi við, tá hann helt røðu.

Nógv fólk vóru møtt upp og vóru vit eisini á gátt við myndatólinum.