Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.11.2022 15:37

JT electric fyllir 50 ár

Mynd: JT electric

Í ár eru 50 ár, síðan føroyska fyritøkan JT electric byrjaði sítt virksemi í Fuglafirði.


Tað var Jóhannes Thomsen, ið stovnaði felagið JT electric í 1972. Talan var um eina
staðbundna fyritøku, ið gjørdi el-installatiónir og seldi el-lutir.


Nógv vatn er runnið í ánni síðan JT byrjaði. Í dag er felagið eitt altjóða felag við deildum í
Føroyum, Skotlandi, Danmark og Pólandi. Av einum samlaðum starvsfólkahópi á 70 fólk
starvast helmingurin í Føroyum.


Alivinnan er vaksin nógv seinastu árini, og hevur JT electric lagt seg eftir at vera ein leiðandi
veitari av burðardyggum vørum til alivinnuna. Talan er í stóran mun um føroyskt mentar
vørur og skipanir til altjóða alifyritøkur, so sum fóðurskipanir, fóðurflakar, kamera, kamera
skipanir, káplar, undirvatnsljós, oxygen skipanir og reingerðar skipanir.


Felagið bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til 50 ára hátíðarhald á Kambsdali hósdagin 24.
Nov. kl 14-17