Hondbóltsfelagið Tjaldur
Hondbóltsfelagið Tjaldur í Runavík hevur sett nýggjan venjara til kvinnurnar. Felagið skrivar soleiðis:
Í fjør vóru vit endiliga aftur umboðað í 1.deild við kvinnum eftir ein alt ov langan steðg. Okkara blaðungu leikarar mentust væl, og saman við nøkrum fáum royndum leikarum megnaðu vit at vinna fleiri dystir.
Í dag hava vit gjørt sáttmála við Jóruna Ludvig. Hon kemur at venja og harvið standa fyri menningini av okkara 1.deild og av g18.
Vit hava sett okkum sum mál at luttaka í bestu deildunum aftur innan fá ár. Grundarlagið er til at fara undir hesa tilgongd, tí fleiri árgangir við gentum eru ávegis. Vit tí sera fegin um at hava fingið Jóruna Ludvig at venja okkara hópar við vaksnum gentum.
Jórun hevur eina langa og sigursvanda yrkisleið í føroyskum hondbólti, har hon hevur leikt sum høgri bakkur á besta kyndlaliðnum í áravís. Drúgvu royndirnar kann hon taka við sær, nú hon fer at standa á odda fyri okkara besta kvinnuliði.
Deil á Facebook