Jørgen Nielsen skeyt bæði málini hjá Víkingi ímóti 07 Vestur í Sarpugerði í dag, tá ið heimaliðið vann ein tepran og til tíðir sera rótutan dyst 2-1 í kuldanum í Norðragøtu.
Fyrsta málið skeyt hann tá ið 19 minuttir vóru farnir, tá ið hann var fyrstur á einum returbólti eftir at bólturin hevði rakt stongina. Meðan seinna málið var ein stútari beint fyri hálvleik eftir gott innlegg frá Ari Olsen.
Jørgen hevur nú skotið 8 mál og er toppskjútti hjá Víkingi.
Stutt inn í seinna hálvleik gjørdi Arnbjørn Svennsson sjálvmál og harvið kom aftur spenningur í dystin. Men meira mál komu ikki í dystinum.
Víkingur liggur á 4. plássi við 37, meðan B36 liggur á 5. plássi við 35 stigum.
Hesi bæði liðini møtast komandi sunnudag 28. september kl. 15.00 í Gundadali til eina sokallaða “finalu” um 4. plássið.