Glyvramaðurin tekur eitt ár afturat í ljósabláu troyggjuni.
Leysatíðindi hava í vetur sett hann í samband við onnur feløg, m.a. okkurt útlendsk felag, men hetta verður nú av ongum og verður hann aftur at síggja í víkingaálopinum komandi kappingarár.
Víkingur skirvar soleiðis í kvøld:
Tað er við gleði at vit kunnu kunngera, at Víkingur hevur longt sáttmálan við Jørgeni Nielsen við einum árið.
Sostatt fer áleyparin undir sítt triðja kappingarár í Sarpugerði.
