Víkingur boðar frá á heimasíðu síni:
22 ára gamli leirvíkingurin, Jónatan Lervig, hevur longt sáttmálan við Víkingi.
Jónatan fekk fleiri minuttir á Betri liðnum fyrr í ár, men varð síðani so óheppin at slíta krossbandið – ein skaði sum tíverri heldur honum uttanfyri í nakrar mánaðir afturat.
Evnunum feilar tó einki, og venjaratoymi trýr uppá eitt “comeback” frá Jónatani, og tí gleðast vit um, at hann nú hevur longt sáttmálan, so at hann er galdandi til ársenda 2027.
Tillukku við sáttmálanum Jónatan, og bestu eydnu við uppvenjingini.
