Mynd: Sunda.fo
Í næstum verður skipað fyri 6 jólahaldum í kommununi, tá ið jólatrøini verða tendrað.
Jólahald verða skipað í hesum bygdunum: Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, Tjørnuvík, Oyrarbakka og við Gjógv.
Her er yvirlit hvar og nær jólatrøini verða tendrað:
Mikukvøldið 30. november
Kl. 17.30 Oyrarbakki, uttanfyri Skúlan við Streymin
Kl. 18.30 Tjørnuvík, á Teigagøtu
Kl. 20.00 Gjógv, við Gjónna
Hóskvøldið 1. desember
Kl. 18.00 Hósvík, á torginum (á horninum Áarvegur/Rættarvegur)
Kl. 19.00 Hvalvík, við missiónshúsið
Kl. 20.00 Haldórsvík, á nýggja trivnaðarøkinum á Bø
Til jólahaldini spælir Eiðis ljómfelag jólaløg og prestur heldur røðu. Jólamennirnir koma við brandbilinum og hava pakkar við til børnini. Okkurt gott verður eisini til tey vaksnu.
Deil á Facebook