Runavíkar kommuna
Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Hvørt ár verða jólatrøini tendraði umleið fýra vikur undan jólum, og hetta verður millum annað hátíðarhildið við tónleiki og røðum.
Í ár tendra jólatrøini 29. og 30. november. Brandbilurin vitjar eisini við øllum jólamonnunum í. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.
Yvirlitið yvir, nær jólatrøini verða tendrað í bygdunum verður kunngjørt seinni.
