Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.12.2025 22:10

Jólatræið á Eiði 2025: Frásøgn og myndir

Mynd: Eiðis kommuna

Eiðis kommuna

30. november varð jólatræið í Eiðis kommunu tendrað. Sum vant var træið ein gáva frá norska vinarbýi okkara, Holmestrand.  Bygdafólkini vóru savnaði saman á Vaglinum til hesa hugnaligu løtuna. Jógvan í Skorini, borgarstjóri, segði nøkur orð, og Jonhard Jógvansson, prestur, segði børnunum eina søgu.

Løtu seinni kom róp í millum børnini, tá tey gjørdust varug við brannbilin, ið kom ýlandi oman ímóti bygdini. Jólamenn góvu børnunum pakkar við góðgæti og eftir hetta bjóðaði kommunan til kakao og bollar, ið ivaleyst kom væl við í heldur kalda veðrinum.

Myndir: Eiðis kommuna