Runavíkar kommuna
Røða, sum Tóta Árnadóttir helt, tá jólatræið í Funningi varð tendrað.
Vælkomin øll somul, og takk til fyriskipararnar, at tey hava litið mær upp í hendur at siga nøkur orð her í míni fedranna bygd, sum eg plagi at kalla Funning. Eg átti mær jú bæði ommu av Torlabrúgv og abba av Fløttinum. Tá eg sum sjúkrasystir havi hitt gamlar eysturoyingar á Røktarheiminum í Runavík, so havi eg uttan at blunkað presenterað meg sum ættaða úr Funningi – tað gevur ofta eyka poeng á vælvildarkontuni, í mun til bara at vera enn eitt gement
havnarfólk, tað eru so mínar royndir…
Hóast omma og abbi fluttu burtur hiðani sum ung, og settu búgv aðrastaðni, so varðveittu tey tilknýtið og minnið um heimstaðin, og tá eg var barn, høvdu vit
framvegis rættiliga nógva familju her. Seinni flutti pápabeiggi mín aftur higar, og sambandið hjá mær við bygdina gjørdist tættari.
Tað er altíð serstakliga hugnaligt at koma til Funnings, bæði summar og vetur – og nú dansistovan er sett í so vakran stand, er tað enn ein orsøk at leita sær norður – vit í Eysturoyar Dansifelag fóru upp á gólv har so seint sum fyrrakvøldið, og eg haldi, at Funningsbygd kann vera sera errin av at hava fingið so góðar umstøður aftur til føroyska dansin. Har er frálíka gott at dansa. Tað hugsi eg, at øll, sum hava roynt nýggju stovuna, munnu vera samd um!
Í dag eru vit so savnaði til at tendra jólatræið í bygdini, hóast onkur í dansinum fríggjakvøldið helt fyri, at her vóru longu so nógv jólatrø og perur, at eingin hevði sæð makan í bygdini fyrr – átakið “gomul jól í Funningi” sæst aftur, og tað skerst ikki burtur, at tað lívgar hjá okkum øllum at hava okkurt vakurt at festa eyguni á í hesari myrku tíðini.
Mín kæri Óliabbi yrkti soleiðis um jólatræið í yrkingini “Jólatræið pyntað er”:
Jólatræið heilsan ber
uttan úr tí víðu verð,
at vit skulu vera glað,
komið er um stytsta dag,
og nú hækkar aftur sól,
ynski øllum: Gleðilig Jól!”
Tað er okkurt treiskt og vónríkt við at seta hesi lýsandi trøini upp úti í okkara ofta harðbalna vetrarveðri, vit treingja so inniliga til ugga og áminningina um, at sjálvt í myrkastu tíðum vendir ljósið aftur – soleiðis sum vit eisini syngja hvørt ár í heidna jólasanginum “Hví man tað vera so hugnaligt í kvøld”: “børn síni minnist sólarmamman góð, ” tá hon lovar at “venda aftur til alt tað, sum grør og andar á tí køldu jørð”.
Tað man ikki bila, at vit tríva í jólini sum heidnari ljóshátíð frá gamlari tíð, tá vit standa her í fornu bygdini, sum kort síðani hevur reist minnisvarða um landnámið í Føroyum. Ein bæriligur varði yvir tey, sum av fyrstantíð bygdu hetta landið, og gjørdust grundarlagið undir tí, vit í dag fata sum okkara felagsskap, ein egin tjóð, sum støðugt víðkast við nýggjum landnámi úr ymsum heraðshornum, og sum alsamt mennist og broytist í samspæli við alheims
samfelagið. Tað er umráðandi at minnast aftur á, at vit øll eru komin rekandi higar upprunaliga, og at vit alsamt royna at hjálpa teimum nýggjastu rekunum í felagsskapinum at finna seg til rættis, sama hvaðani tey koma.
Tað er ikki óhugsandi, at fyrstu jólini í Føroyum vórðu hildin júst her í bygdini, heiðin ella kristin ella eitt gott bland, tað vita vit av góðum grundum ikki. Onkur hevur ført fram, at fyrstu niðursetufólkini her á landi væl kunnu hava hoyrt til onkra forna keltiska grein av kristindóminum, hóast tey vórðu skýrd heidningar av Sigmundi Brestissyni ella íslendsku klerkunum, sum skrivaðu Føroyingasøgu, men tað er ilt at meta um, meira enn 1000 ár seinni.
1000 ár eru long tíð. Vit góðtaka uttan iva, at mangt av tí, vit hava hoyrt um, hvat fór fram fyri 1000 árum síðani byggir á skaldskap á mannamunni, at søgur kunnu vera bronglaðar, misskiltar og tillagaðar ymisk endamál, alt eftir hvør ið segði tær. Kortini kann ein viðkomandi kjarni standa eftir, sum vit ynskja at minnast og endursiga á okkara hátt.
Í dag hevur gamla ljóshátíðin fingið nýggja merking aftrat teirri gomlu, nú vit minna hvørt annað á, at jólini snúgva seg um, at eitt serligt barn eina serliga nátt var føtt í Bethlehem í Judea. Hetta barnið var hildið at vera svarið upp á fyriboðanina hjá Jesaja profeti: “Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal harradømið hvíla; navn hansara skal vera kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi” (Jes 9:6). Sambært søgum í nýggja testamenti, so sungu einglar fyri hirðunum um “frið á jørð og góðan tokka í menniskjunum” (Luk.2:14), og tá lítli drongurin í krubbuni vaks til, boðaði hann, at “himmiríkið var í nánd, ” at vit eiga at venda hin kjálkan til, og at “Sæl eru tey friðsomu, tí tey skulu verða kallað Guðs børn” (Matt.5:9).
Sjálvur fekk hann ein harðligan og vanvirðisligan deyða við avrætting, eins og so mong í andstøðu við yvirvøldina, bæði áðrenn og aftaná hann, men kalla vit okkum kristin og trúgva vit á uppreisnina, so mistu orðini um frið og tað
dýrabara í fyrigevingini ongantíð virði og myndugleika.
Vit vita ikki neyvt, hvat fór fram her í okkara egna túni fyri 1000 árum síðani, og tað mátti verið eyðsæð, at tað eisini man vera heldur ivasamt, hvat ið neyvt fór fram fyri 2023 árum síðani, men vit kunnu kortini velja at halda okkum til ein viðkomandi kjarna, hóast fólk kunnu vera ymisk á máli um, hvør kjarnin í jólaboðskapinum er – tað sæst ikki minst í hesum døgum, har harðligt stríð stendur um tær leiðir, har einglarnir sungu um frið. Í Bethlehem, sum í meira enn 20 ár hevur verið avbyrgdur av høgum trygdarmúrum, hava tey avlýst alment jólahald í ár, í samhuga við tey túsundtals dripnu í nýggjasta stríðnum. Vónin um frið tykist sera kám í løtuni, heldur legst støðugt brenni aftrat hatursbálinum. Ja, bara tað at tosa um frið og vápnahvíld verður gjørt til nakað hatskt og partapolitiskt.
Eitt er at stríðandi partarnir, sum á báðum mótum bera djúp og bløðandi sár og blindandi sorg, hava ilt við at hugsa um fyrigeving og eina felags framtíð í sátt og semju, men tað er undranarvert, at vit, sum hava frástøðu til ræðuligu hendingarnar, í so stóran mun kunnu fara at fata friðarboðskapin sum eitt lyfti um endaligan sigur, eitt lyfti um deyðans frið, tá bumburnar eru lidnar at regna, heldur enn eina vón um kærleikans og lívsins frið, sum byggir á náði og samkenslu við báðar partar í einum stríði, sum bara hevur taparar.
Sambært Matteusi, so lærdi Jesus, at “Himmiríkið er í nánd,” og tað vóru hesi boð, ið hann sendi lærusveinarnar út at boða. Summi hava bíðað síðani eftir ítøkiligum teknum um, at heimurin er í ferð við at ganga undir, og summifegnast enntá um, at tað loksins røkist fyri, at endaligi bardagin við Harmageddon er í umbúna, og tey kunnu sleppa at fylkjast í røttum parti av svart/hvíta stríðnum millum gott og ilt – og fá ivast eina løtu í, at júst tey eru í rætta liðinum.
Onnur hava tikið lyftið til sín á meira jarðbundnan hátt. Mín egna inngongd til kristindómin var í stóran mun litað av ríkum løtum við Binuommu, sum hevði meg við sær í kirkju og las í stóru myndabíbliuni fyri mær, tá eg vitjaði hana norðuri í Klaksvík.
Eg var einasta ommudóttir, og eitt, sum hon droymdi um, og tíverri ikki slapp at uppliva, var, at vit báðar skuldu vitja “heilaga landið” saman – eg vænti, at hon hevði grátið saman við báðum pørtum, um hon sá standin í Ísrael og Gaza í dag.
Eitt, sum hevur fest seg hjá mær, eru orðini Binaomma endurgav pápa sín, Andrass á Torlabrúgv, fyri at siga: Himmiríkið er har sum fólk eru góð við hvørt annað.
Eg skal ikki fara at siga, at talan er um nakra serliga Funningsgudfrøði, men eg haldi kortini, at hatta er vert at taka fram til eitt høvi sum hetta; sum dømi um, at tað ikki bara er nakað nýmótans at leggja slíka merking í og tulking í boðskapin í kristindóminum og harvið eisini jólaboðskapinum.
Orðini hjá langabba minna um tað, ið Mikkjal á Ryggi yrkir um ábyrgdina hjá hvørjum einstøkum okkara í sínum kenda sálmi:
Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl.
Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. Guð gevi,
vit teljast millum tey.
Í einari tíð har kríggj valdar víða um, bæði í Europa og miðeystri, og kjakið her heima í alt størri mun gerst snjalt og spjaðandi, fari eg at enda mína røðu við ynskinum um, at vit øll hvør í okkara lagi royna at sløkkja hatskan brand og venda okkum frá ov einføldum lýsingum av góðum og illum. Latið okkum heldur royna at vera góð við hvørt annað og royna at skilja, hvat tað er, ið vekir so sterkar kenslur í okkum. Tað er kanska ikki so ymiskt, tá ið av tornar.
Eg fari at ynskja okkum øllum eina gleðiliga adventstíð við einum seinasta ørindi úr einari aðrari jólayrking eftir abba mín, Óla Dahl, “So kvirt tað er,” sum
hann yrkti í 1982:
Gud gævi, at tú hesi jól
ger frið í manna barmi,
so káma stjørna varð til sól
í heimsins villa larmi,
tá kanst tú glaður hvíla í
Guds veldis kærleiksfavni.
Takk fyri og framhaldandi gott kvøld.