So eru boð komin frá jólamonnunum! Soleiðis skrivar Eysturkommuna á heimasíðu síni í dag.
Fríggjadagin uml. kl. 17:00 kemur jólaskipið til Leirvíkar.
Børn og vaksin eru vælkomin oman á bryggjuna at heilsa uppá jólamennirnar, ið eisini bjóða pakkar til børnini.
Komið og takið væl ímóti jólamonnunum – vit síggjast á kaiini í Leirvík!
