Sjóvar kommuna
Aftur í ár vitja jólamenninir allar fimm bygdirnar í Sjóvar kommunu jólaaftansmorgun.
Jólamenninir bjóða øllum okkurt gott, tó mugu børnini koma út á vegin at heilsa uppá.
Koyringin er skipað, soleiðis at jólavitjanirnar ganga so skjótt og væl sum gjørligt.
Á Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv og Innan Glyvur steðga jólamenninir við jólatræið í
bygdini.
- á Selatrað kl. 9.45
- á Morskranes uml. 10.00
- við Kolbeinagjógv uml. 10.10
- Innan Glyvur uml. 10.30
Á Strondum byrja teir á Effo og koyra út eftir.
- við Effo kl. 10.45
- uppi á Fløtum kl. 11.00
- við bygdahúsið kl. 11.55
- á Lágarvegnum kl. 12.30
- við jólatræið og inn eftir kl. 12.50
GG: Tíðirnar eru vegleiðandi.
