Sjóvar kommuna
Í gjár vóru jólamenn og vitjaðu í Sjóvarlon. Nógvur vindur var fyrrakvøldið, og leingi var ivi um, hvørt tyrlan við jólamonnunum mundi fara at lenda. Men lukkutíð batnaði veðrið so mikið, at tey kundu koma, og móttøkan í Sjóvarlon var sum vera mann góð.
Jólamenninir vóru sera væl nøgdir við løtuna, og teir ætla fyri víst at koma aftur næstu jól.

