Um onkur hevður sæð ein reyðklæddan mann við stórum búkið, gangandi millum húsini í kvøld, so er ikki at stúra.
Tað er bara jólamaðurin er farin út við gávum til børnini. Hóast eingin kavi er, og sletan við reinsdjórunum væl parkerað í bilhúsinum, so var lagið sera gott á jólamanninum, tá ið Eysturoyarportalurin fekk orðið á han.
Hann upplýsti fyri Eysturoyarportalinum, at hann akkurát var komin aftur úr Klaksvík og Norðragøtu, har hann hevði deilt gávur út til hópin av fittum børnum. Nú stóð so Syðrugøta fyri tørnið segði hann, áðrenn hann legið leiðina víðari.

