Tíðindaskriv
Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur jólini inn, verður komandi Sunnukvøld 21.desember kl. 19.00. Hetta er samstundis einasta jólakonsertin í ár, har kórið syngur alla sína jólaskrá, sum er bæði fjølbroytt og áhugaverd. Til konsertina sleppa vit eisini at hoyra Gøtu Kirkju Barnakór syngja nakrar sangir, og eisini saman við ungdómskórinum.
At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju ungdómskórið, plagar at vera eitt serliga gott upplivilsi. Á skránni verður alt frá siðbundnum jólaløgum í eldri og nýggjari formi, til Pentatonix, Tore Aas v.fl. framførd. So verð vælkomin til at seta dám á løtuna saman við kórinum.
Áhoyrararnir fáa sjálvandi eisini høvi til at luttaka aktivt gjøgnum felagssang, og eftir konsertina eru øll boðin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.
Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, organisti í Gøtu kirkju. Umframt at framføra acapella, hevur kórið eisini ljóðførið, klaver og orgul við til fleiri av sangunum/verkunum, har limir í kórinum skiftast at spæla undir, umframt at Ari Hammer luttekur á orgli og klaveri.
Konsertin er ókeypis, men høvið verður sum altíð at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum. – Vælkomin til eina stórfingna jólaløtu.
