Mikukvøldið 14. desember kl 20.00 verður jólakonsert við tveimum kórum.
Kórið hjá Jóhan hevur nógv ár á baki. Tað var Jóhan Motensen – sáli – sum stovnaði kórið, men eftir at hann andaðist ynsktu kórlimirnir at halda fram at syngja. Kórleiðsluni hevur Anki Hansen tikið sær av.
Stranda Sangkór er endurstovnað kór undir Stranda kvøldskúla. Kórið hevur sungið saman í hálvtannað ár. Kórleiðari er Ásbjørn Berthelsen.
Kórini fara at syngja hvør sær, men eisini nakrar sangir saman.
Umframt kórsang verður eisini felagssangur á skránni, og vit fáa tónleik frá næmingum í musikkskúlanum. Eisini fáa vit eina spennandi framførslu frá einari spildurnýggjari strandakvartett.
Konsertin verður í Missiónshúsinum á Strondum, og er almenn og ókeypis.
Deil á Facebook