Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2025 23:54

Jólahugni í Syðrugøtu

Hósdagin 18. desember verður eitt hugnaligt jólatiltak í Syðrugøtu ætlað bæði børnum og vaksnum.

Endamálið við tiltakinum er at savna bygdafólkið, og at geva børnunum eitt gott jólaminni í Syðrugøtu.

Skráin byrjar klokkan 18:00 við suppu. Vit hoyra søgu, syngja saman, og fáa ein góðan drekkamunn.

Til síðst fara vit eina spennandi kanningarferð – gott um børnini taka lummalykt við.🔦

Vit síggjast við Júksnará – við brúnna.

Tiltakið er ókeypis.