Mynd: Kappróðarafelagið Tindur
Kappróðrarfelagið Tindur hevur longt um samstarvið við venjaran John Reid Ziska Jacobsen, ið eisini var venjari í felagnum í fjør og hevur drúgvar royndir við kappróðri.
Kappróðrarárið í fjør var tað fyrsta árið við venjara í felagnum, og felagið hevur avgjørt at halda fram við góða samstarvinum við John Reid. Hóast kappróðrarfelagið ikki hevur so nógv ár á baki, so er undirtøkan fyri kappróðri í umhvørvinum góð, tí nógvar manningar hava luttikið í kappróðri seinastu árini. Í fjør vóru níggju bátar fullmannaðir. Felagið megnaði í høvuðsheitum tað, ið tað hevði sett sær fyri. Millum annað endaðu 5-mannafør kvinnur, umborð á Leikalind, á einum øðrum plássi um FM stríðið, og dreingirnir umborð á Knúki og Geytanum endaðu ávikavist nummar trý og fýra.
Felagið eigur fimm bátar, sum í ár róðu kapp. Manningarnar hava innivenjingar í Leirvík, har rógvimaskinur og amboð til styrkivenjing eru, og tá ið venjingarnar eru í bátinum, rógva tey á Gøtuvík.
Um komandi róðrarár sigur formaðurin í felagnum, John Høgnesen, soleiðis:
-Málið í ár er tað sama sum undanfarna ár. Málið er at vera við í kappingini, og at onkur bátur fer at kappast í toppinum. Á ársins róðrargalla fekk felagið heiðurin “Ársins felag”, og tað vísir, at vit hava nakað at byggja uppá. Okkara ynski er at hava eitt neyst, har alt virksemiđ í felagnum kann vera samlað, tí sum nú er, ferðast vit millum bygdir. Eisini vænta vit at hava enn fleiri manningar komandi ár enn í fjør.
Deil á Facebook