Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.11.2025 12:24

John Goodlad á Havstovuni

Havstovan

Mikudagin, 19. november kl. 15, greiðir Føroya-vinurin og granskarin Dr. John Goodlad úr Hetlandi frá nýggju bók síni “Food from the sea – The future of seafood”.

Fyrilesturin verður í fundarhølinum á Havstovuni. Hann er almennur og øll eru vælkomin.

John Goodlad hevur áður útgivið nógv virðismettu bøkurnar “The Cod Hunters” (um hetlendska toskafiskiskapin) og “The Saltroads” – sum eisini er umsett til føroyskt sum “Saltleiðin”, ið greiðir frá saltfiskaframleiðsluni í Norðurhøvum.

Spjaldur