Í morgin verða seinnu hálvfinalurnar leiktar í steypakappingini hjá monnum. Á Tórsvølli tekur HB ímóti Víkingi.
Fyrri dysturin teirra millum, sum var leiktur 7. september, var ein rokmikil og spennandi dystur sum endaði 2-2. Bæði málini hjá Víkingi tann dagin skeyt veteranurin Sølvi Vatnhamar.
Eysturoyarportalurin hevur spurt Víkingarvenjarinum Jóhan Petur Poulsen, undan seinnu hálvfinaluni, hvat hann væntar.
Eru allir mans tøkir?
Ja, nærum allir leikarar eru tøkir til dystin, tó eru nakrir sum ikki verða tøkir.
Hvussu eru vónirnar undan dystinum?
Vit hava góðar vónir til dystin, og megnað vit at spæla upp til okkara besta, so koma vit í finaluna.
Hevur tú nakra áheitan til Gøtu- og Leirvíkingar til dystin í morgin?
Ultras hevur ígjøgnum árini skapt stemming, upplivingar sum veruliga seta sín dám á uttanfyri vøllin, og samstundis gevur nøkur eyka prosentir til liðið tá á stendur. Vónandi kunnu fjepparnir geva okkum hetta, og vit løna teimum aftur, við at vinna okkum víðari.
Dysturin á Tórsvølli í morgin mikudagin tann 5. oktober byrjar kl 19.00
Deil á Facebook