Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2025 14:05

Jóhan gevst í starvinum sum ráðgevi

Mynd: Kirkjuliga Heimamissiónin

Kirkjuliga Heimamissiónin 

Síðani á sumri í 2021 hevur rituvíkingurin Jóhan Hansen starvast hjá Heimamissiónini sum ráðgevi innan barna- og familjuarbeiðið. Jóhan, sum er útbúgvin á Diakonháskúlanum í Aarhus, hevur ynski um at fara undir víðari lesnað, og hevur tískil valt at takka fyri seg í starvinum.

Jóhan hevur seinastu árini eitt nú havt ábyrgd av at samskipa mongu barna-, junior- og familjulegurnar, sum Heimamissiónin hevur á hvørjum ári. Harumframt hevur Jóhan havt nógv samskifti við lokalu arbeiðini í mun til sunnudagsskúla- og leguvirksemi.

Vit ynskja at takka Jóhan fyri hansara ídni og íkast í tænastuni, og biðja um Guðs signing yvir hansara lívsleið.

Heimamissiónin fer í næstum at lýsa starv leyst innan barna- og familjuarbeiðið, ið er eitt strategiskt týdningarmikið øki hjá Heimamissiónini, har málið fram til 2030 er at ‘styrkja barna- og familjuarbeiðið’, millum annað við at:

  • styrkja barna-, junior- og familjuarbeiðið kring landið
  • búgva foreldur út til trúarupplæring heima
  • virka fyri, at barnadoypt verða varðveitt í trúnni og í kirkju og missión
  • verja kristnu virðini í samfelagsligu uppalingini av børnunum – í skúlum, barnagørðum o.ø.
  • styrkja leguvirksemið, so at vit røkka enn fleiri børnum og familjum