Tónleikasamtakið Grót
Útgávan Tögn hjá Jógvani, sum kom út í fjör, kastar ljós á evni sum angist, sorg, longsul og kærleika, sakir sum lívið kastar á teg, um tú vágar tær at liva. Yrkingarnar eru skrivaðar av Jógvani sjálvum.
Evnaríki og inniligi Fuglfirðingurin, vitjar nú aftur á gomlum götum í Syðrugötu. Afturat sær hevur hann bólkin hettarher, ið eru Torleik Mortensen og Andreas Tykjær Restorff.
Her kanst tú síggja og hoyra lagið Angist:
https://www.youtube.com/watch?v=KDuVJiY7CoI
Songkvinnan Ester Skála hevur sungið síðani hon kann minnast. Hon skrivaði sítt fyrsta lag sum 12 ára gomul, og hevur skrivað egin lög líka síðan. Lagskriving hevur altíð havt eitt serligt pláss í hennara hjarta, og eisini hevur tað verið ein lekidómur fyri hana, bæði í góðum og ringum tíðum.
Hennara tónleikastílur er poppkendur, men hellir eisini ímóti elektroniskum og synthpopptónleiki.
Í 2021 útgav Ester sítt fyrsta staklag, Unicorn. Lagið vann Áhoyraravirðislönina í FMA (Faroese Music Award).
https://www.youtube.com/watch?v=RqpPl45mLr0