
Jógvan Júst Olsen settur sum nýggjur rakstrarleiðari
23. aug. 2022
Eysturkommuna hevur sett Jógvan Júst Olsen í starv sum rakstrarleiðara yvir tekniska økinum í kommununi.
Rakstrarleiðarin hevur, undir leiðslu av tekniska leiðaranum, ábyrgd av at leggja til rættis, samskipa og leiða arbeiðið hjá arbeiðsbólkunum, og skal samstundis tryggja at arbeiðini verða framd innan ásettar karmar.
Høvuðsábyrgdarøkini eru: drekki- og spillvatn, vegir og gøtur, bygningar, fríøki og fríðkan, ítróttarøki og spælipláss, og maskinur og amboð.