Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Vónin søkir eftir sølu- og kundasamskipari innan alivinnuna

Umsóknarfreist: 25.06.2025

Hevur tú eina tænastusinnaða tilgongd, ert væl skipað/ur og dugir væl at samstarva? So kanst tú vera tann, vit leita eftir til alideild okkara á Vónini við Norðskála.


Um starvið

Sum partur av sølutoyminum á Vónini kemur tú at hava ein týðandi leiklut í dagliga arbeiðinum millum kundar og sølufólki okkara.

Serliga er tað marknaðir so sum Stóra Bretland, Kanada, Ísland og Føroyar.

Leiklutur verður at tryggja, at tilboð, bíleggingar og kundatænasta verða framd á einum høgum støði.

Arbeiðsuppgávur fevna m.a. um:

  • Móttøku og viðgeran av kundabíleggingum
  • Tilboðs arbeiðið og prísáseting
  • Dagføring av kundaskráum og handilsligum upplýsingum
  • Samskifti við kundar um vørur, levering og treytir
  • Tætt samstarv við sølufólk, veitarar, framleiðslu og goymslu

Vit vænta, at tú:

  • Hevur eina tænastusinnaða og professionella tilgongd
  • Royndir sum alari er ein stórur fyrimunur
  • Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga – á føroyskum, enskum og skandinaviskum
  • Hevur góðan telduførleika
  • Arbeiðir sjálvstøðugt, er fyrikomandi og tekur ábyrgd

Vit bjóða tær:

  • Eitt fjølbroytt og mennandi starv í einum væl skipaðum umhvørvi
  • Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
  • Góða innleiðslu og hjálp frá royndum starvsfeløgum
  • Ein part av einum fryntligum og dugnaligum toymi
  • Løn og treytir sambært avtalu og førleikum

Umsóknarfreist og kunning

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. juni 2025.
Send umsókn og lívsrensl til sp@vonin.com og viðmerk “sølu- og kundasamskipari”.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Signar Poulsen á tel. 22 20 26 ella sp@vonin.com.


Um Vónina

Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av útgerð til fiski- og alivinnuna. Felagið hevur deildir í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Noregi, Litava, Danmark og Skotlandi, og starvsfólkatalið er umleið 450.

Deildin á Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og tænir kundum bæði í Føroyum og uttanlands. Í løtuni starvast 25 fólk á deildini.