Vit hava tørv á einum røskum og álítandi lastbilaførara til okkara VOLVO FH16 trekkjara at byrja skjótast gjørligt
Starvið er fjølbroytt og spennandi har tað er ein góð samanseting millum koyring og arbeiði við krana.
Kravið er at tú hevur koyrikort til bólk C/E. Ynskiligt er at tú hevur loyvi til at føra krana yvir 25 tons, men er hetta ikki eitt krav, og vilja vit fegin gjalda fyri tað, um tú ert tann rætti persónurin.
Bilurin er knýttur at uppisjóvardeild okkara í Fuglafirði.
Um tú ert áhugað/ur í starvinum ella hevur spurningar, so kanst tú seta teg í samband við Hjalmar Petersen á tel. 21 43 92. Skrivlig umsókn eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. august og skal sendast til hjalmar@vonin.com
Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu trol- og nótaframleiðarum við deildum í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Norra, Íslandi, Litava og Skotlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk.
Deild okkara í Fuglafirði stendur fyri framleiðslu og viðlíkahaldi av fiskireiðskapi til uppisjóvarflotan og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini í Fuglafirði starvast umleið 30 fólk.
Deil á Facebook