Vit søkja elektrikara at byrja á eldeildini á Kambsdali skjótast gjørligt.
Um tú hevur sveinabræv sum elektrikari (ella hevur samsvarandi royndir), so kann tað vera tær, vit leita eftir. Gerst partur av okkara evnarríka, dugnaliga og framsókna toymi.
Send okkum tína umsókn, við møguligum viðkomandi skjølum, til leivur.hansen@groaqua.io, í seinasta lagi 23. juni. Vit viðgera umsóknirnar leypandi og seta starvið skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar?
So ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur.hansen@groaqua.io ella tlf. 77 44 60.
——————
STUTT UM OKKUM
GroAqua er ein fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar loysnir til alivinnuna. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laks í alibrúkum kring heimin.
Við 100 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Norra, Skotlandi, Danmark og Póllandi, miða vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.