Ert tú elektrikari, og trívist tú við einum gerandisdegi, har uppgávurnar eru nógvar og ymiskar? Vit søkja eftir dugnaligum fólkum, ið kunnu røkja alt frá nýbygningum til viðlíkahald hjá bæði privatum og vinnuni.
Um starvið
Hjá okkum fært tú ein fjølbroyttan gerandisdag. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
- Nýbygging og umvæling: El-innleggingar í sethúsum og vinnubygningum.
- Ídnaður: Uppsetan og viðlíkahald hjá okkara ídnaðarkundum.
- Tænasta: Smærri og størri uppgávur hjá privatum og fyritøkum.
- Feilfinning: Greining og umvæling av el-tøkniligum brekum.
- Stýring og regulering: Forritan, uppsetan og umvæling av ymiskum stýriskipanum, bæði innan maskinanlegg og bygningsautomatikk.
Vit ímynda okkum at umsøkjarin:
- Hevur royndir innan el-økið og leggur dent á gott handverk
- Er sjálvstøðugur
- Hevur koyrikort (B).
- Er tænastusinnaður og góður at samskifta við kundar.
Vit bjóða:
- Eitt fjølbroytt starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi.
- Góðar starvsfelagar og ein óformellan tóna.
- Møguleika fyri fakligari menning.
- Løn og treytir eftir avtalu og førleikum.
Umsókn
Send eina stutta umsókn og CV á elteknik@elteknik.fo
Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at ringja á telefon 594427.
Umsóknarfreist: [Dato] Setan: Eftir nærri avtalu.
El-Teknik Sp/f
Sjóvartún 13
FO 520 Leirvík
Telefon +298443313
