Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Vertir og vertinnur til RIST, nýggju matstovuna í Saltangará

Um starvið

RIST er ein nýggj matstova, ið letur skjótt upp í nýggjum hølum í Saltangará. Vit hava gjørt nógv burturúr at skapa góðar umstøður, bæði fyri okkara starvsfólk og okkara gestir. Ta fyrstu tíðina bjóðar matstovan à la carte og hevur opið millum kl. 17 og 22 hvønn dag í vikuni. Eftir summarferiuna er ætlanin at selja døgurðar millum kl. 11 og 14 gerandisdagar.

Vit ynskja at verða kend fyri framúrskarandi tænastu. Vit leita tí eftir fleiri nýggjum starvsfólkum, sum tíma at vera vertir/vertinnur fyri okkara gestir. Ein vertur/vertinna hevur ábyrgd av, at gestirnir fáa eina góða uppliving á matstovuni. Starvið inniber m.a. at:

  • Taka ímóti gestunum og vísa teimum til borðs
  • Greiða frá matskránni og úrvalinum av drykkjuvørunum
  • Borðreiða fyri gestunum
  • Gera drykkir til gestirnar
  • Hjúkla um gestirnar og at tryggja, at gestirnir njóta máltíðina og løtuna
  • Halda matstovuna reina og ruddiliga

Størvini verða sett skjótast gjørligt. Vit kunnu tó bíða eftir rætta viðkomandi.

Vit bjóða

Tað hevur týdning, at okkara starvsfólk trívast. Tí bjóða vit m.a.:

  • Skipaðar umstøður við starvssáttmála, lønarseðlum o.a.
  • Eitt mennandi og stuðlandi arbeiðshvørvi
  • Kappingarføra løn
  • Fleksiblar arbeiðstíðír
  • Eina máltíð um dagin
  • Avsláttur tá tú ert gestur á matstovuni
  • Fyri hálv- og heiltíðarsett starvsfólk bjóða vit ískoyti til limaskap í fitness-centri

Harafturat fært tú upplæring í tænastu, mati, víni, øli, drykkjum, reinføri og øðrum viðurskiftum.

Vit vænta

Vit vænta, at tú tímur at arbeiða, og møtir væl upp. Vit vænta somuleiðis, at tú skilir og tosar føroyskt.

Tað er ikki eitt krav, men ein fyrimunur um tú hevur royndir frá líknandi starvi. Tað týdningarmesta er, at tú tímur at hjúkla um gestirnar.

Setanartreytir

Lønin verður sambært Gistingarhús- og matstovusáttmálanum og er kappingarfør.

Tú kanst arbeiða so nógv – ella so lítið – sum tær lystir. Møguleiki er eisini bæði at arbeiða fulla- og niðursetta tíð.

Meira kunning

Meira fæst at vita um starvið við at ringja ella SMSa til Signar Nielsen, stjóra, á telefon 559020 ella við at senda ein teldupost til signar@rist.fo.