Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Ver við til at tryggja góðar karmar fyri okkara bygningar!

Umsóknarfreist: 22.08.2025

Fast starv sum húsavørður í Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir húsavørði til bygningarnar hjá kommununi at byrja í føstum starvið tann 1. oktober 2025 ella eftir nærri avtalu.

Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði, sum kann tryggja, at okkara bygningar og útbúnaður eru í góðum standi, og at tekniskar skipanir virka sum ætlað. Eisini umfatar arbeiðið kavagrevstur og salting rundanum bygningarnar í vetrartíðini. Tú verður ein partur av húsavarðartoyminum, har tú skalt luttaka í vaktarskipanini í eina viku í senn.

Hví velja Fuglafjarðar kommunu?

Vit bjóða eitt fjølbroytt og mennandi arbeiðspláss, har samstarv, tænastusinni og skipað arbeiðsgongd hava høga raðfesting. Tú fært møguleika at arbeiða í einum dugnaligum og jaligum toymi, har trivnaður og góðskutrygging av bygningum og økjum eru í miðdeplinum.

Sum húsavørður verður tú við til at skapa góðar karmar fyri kommununa, bæði fyri borgarar og starvsfólk. Arbeiðið er fjølbroytt, og tú kemur at hjálpa til á øðrum stovnum í kommununi, um tørvur er á tí – eitt nú í sambandi við fyriskipan av kommunalum tiltøkum.

Setanar- og lønarviðurskifti:

Starvið mánaðarlønt fulltíðarstarv, har tú hevur tilvísing til tekniska leiðaran. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).

Fleiri upplýsingar:
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lillian Jacobsen, tekniska leiðara, á tlf. 238005 ella við telduposti á lillianj@fuglafjordur.fo.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

  • Røkt og viðlíkahald av kommunalum bygningum og tekniskum skipanum
  • Kavagrevstur og salting í vetrartíð
  • Umsjón við útbúnaði og tryggja, at alt er í góðum standi
  • Samstarva við húsavarðartoymið og tekniska leiðaran
  • Hjálpa til á øðrum kommunalum stovnum eftir tørvi

Krøv til útbúgving og førleikar

  • Hevur handverkaraútbúgving, t.d. húsasmiður, snikkari ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Hevur góðan tekniskan sans
  • Hevur eyga fyri røkt, nærlagni og framfýsni
  • Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og væl skipað/ur
  • Dugir at samstarva væl og arbeiða sjálvstøðugt