Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Vaskifólk til skúlan

Umsóknarfreist: 24.07.2026

Søkt verður eftir vaskifólki til Stranda skúla at byrja 10. august 2026. 

Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin og verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jón á tlf. 23 27 22.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagið fríggjadagin 24. juli, kl. 12:00, og skal sendast til:

Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur

ella sum teldupostur á: sjk@sjovar.fo