Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Vaskifólk til Nes kommunu

Umsóknarfreist: 11.09.2023

Søkt verður eftir fólki at vaska í fimleikahøllini í Tofta skúla at byrja skjótast gjørligt. 

Reingerðin er 20 tímar aðruhvørja viku, sum verður at fremja um kvøldið, eftir at høllin er stongd, ella tíðliga á morgni, áðrenn skúlatíð.

Løn verður goldin samb. sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir, ella við telduposti nes@nes.fo, í seinasta lagi 11.09.2023.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla á tlf. 565003.

Starvsetanin er treytað av, at barnaváttan fæst.

Nes kommuna