Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri einum virki, sum tryggjar burðardygga gagnnýtslu av hjávørum frá alivinnuni?
Vit leita eftir einum dugnaligum stjóra, sum hevur evstu ábyrgd, og sum eisini luttekur í dagliga arbeiðinum á virkinum á Eiði.
Tínar uppgávur
Daglig leiðsla á virkinum
Tryggja, at virkið lýkur øll góðsku- og myndugleikakrøv
Tryggja, at bygningar og útgerð eru væl hildin og lúka øll krøv
Fakturering og vanligt skrivstovuarbeiði
Um teg
Tú hevur viðkomandi royndir og/ella útbúgving, ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønin verður eftir avtalu við nevndina.
Umsókn
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum skulu sendast til anpe@bakkafrost.com í seinasta lagi 23. februar 2024.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Andrias Petersen, nevndarformann, á anpe@bakkafrost.com ella á 235120.
Um okkum
Sum liður í øktu alivinnuni og tørvinum á einari felags rakstrar- og tilbúgvingarloysn, tók vinnan seg saman at stovna virkið, sum samlar alla hjávøru á einum stað. Soleiðis hevur móttøka og víðari søla av vøruni verið samlað á Eiði síðan 2002.
