Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Starvsfólk til roknskapardeildina hjá Varðanum

Umsóknarfreist: 23.08.2024

Vit leita eftir einum nærløgdum og væl skipaðum starvsfólki til roknskapardeildina hjá Varðanum í Gøtu.

Um starvið

Talan er um eitt fulltíðarstarv við tíðaravmarking í 1 ár, við starvsbyrjan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu..

Viðkomandi vil saman við starvsfeløgunum á skrivstovuni samskipa fjølbroyttu uppgávurnar og tryggja at dagligi raksturin og bókhaldið er dagført.

Førleikakrøv

Vit sóknast eftir einum persóni sum:

  • Er ábyrgdarfullur
  • Er væl skipaður – eisini tá nógv er at gera
  • Er fyrikomandi og arbeiðssamur
  • Dugur føroyskt og enskt í skrift og talu
  • Hevur góðar KT-førleikar og er kringur á telduni
  • Hevur góðar royndir við bókhald 
  • Hevur royndir við og er vanur at arbeiða í Excel

Tað er ikki eitt krav, men ein fyrimunur um viðkomandi hevur royndir innan Dynamics NAV/Business Central.

Uppgávur

  • Skipað arbeiðið so bókhaldið altíð er dagført
  • Skráseta inngangandi teldupostar
  • Bóka; herundir umsita og avstemma debitorar/kreditorar
  • Senda rokningar og kontoavrit
  • Gjalda rokningar
  • Lata inn MVG-uppgerð
  • Avgreiða lønir og lønarflytingar
  • Aðrar vanligar skrivstovuuppgávur

Uppgávurnar verða gjørdar í samstarv við starvsfeløgunum á skrivstovuni.

Setanarviðurskifti og umsókn

Vanlig arbeiðstíð er á skrivstovu felagsins í Syðrugøtu frá klokkan 08:00 til 16:00. Løn verður ásett eftir nærri avtalu.

Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannesen, umvegis telefon +298 291685 ella teldupost rnj@vardin.fo.

Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum kann sendast til vphr@vardin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 23. august 2024.