Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Starvsfólk til Barnagarðin á Mýrunum í Runavík

Starvsfólk til dagstovnin Barnagarðin á Mýrunum í Runavík at byrja skjótast gjørligt ella eftir summarferiuna 2026.

Søkt verður eftir starvsfólkum til vøggustovu og barnagarðstovu. Størvini eru á 20-40 tímar um vikuna, hetta avtala vit í felag.

Fólk við námsfrøðiligari- ella aðrari viðkomandi útbúgving og lesandi, ið verða liðug við námsfrøðiligan lesnað skjótt, eru vælkomin at søkja størvini. Hevur tú ætlanir um at lesa víðari til námsfrøðing, er hetta ein gyltur møguleiki at nema tær royndir áðrenn skúlabyrjan.

Vit sóknast eisini eftir føstum avloysara, sum er fyrikomandi, arbeiðsamur og røkin og sum kann traðka til eftir tørvi.

Vit sóknast vit eftir starvsfólki, sum:

· Í tøttum samstarvi við bæði leiðslu, starvsfelagar og foreldur, kann leggja dagin til rættis, so barnið og barnabólkurin fær ein mennandi, fjølbroyttan og tryggan dag.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í náttúruperluni við Toftavatn, sum er okkara spælipláss í gerandisdegnum. Vit hava stutta frástøðu til Bylgjuna, Svimjihøllina, Bókasavnið og Ellisheimið, sum eru nøkur av støðunum við regluliga vitja. Stovnurin er normeraður til 104 børn í aldrinum 0-6 ár, deild út á tvær vøggustovur og 4 barnagarðsstovur.

Hjá okkum fær tú:

  • Eitt starv har tú ger mun í lívinum hjá einum menniskja.
  • Eitt starv har spæl saman við børnum er í hásæti.
  • Eitt starv í einum góðum starvsfólkahópi og arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta dám á tín gerandisdag.
  • Eitt mennandi starv við regluligum tvørfakligum samstarvi við námsfrøðiligum ráðgeva, ergoterapeuti og aðrar fakbólkar.
  • Fyrireikingartíð er raðfest og løgd í arbeiðsætlanina.
  • Ein stovn, ið málrættaður námsfrøðiliga arbeiðir eftir teimum 6 grundarsteinunum, eftir TÍTT, DPU og eftir menningarætlanini fyri hvørt barnið.
  • Ein gerandisdag har pláss er at kjakast og meta um barnsins menning í tøttum samstarvi við hinar stovurnar á stovninum.
  • Regluligar innanhýsis fakfundir, har bólkar lesa og kjakast um viðkomandi evni.
  • Regluligar starvsfólkafundir sum forum, har fakligur íblástur kemur uttanífrá.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Hjálparfólk verða lønt á stig 2-8, námsfrøðiligir atstøðingar á stig 9-14 og námsfrøðingar á stig 11-24. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.