Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Starv á vegadeildini í Fuglafjarðar kommunu

Umsóknarfreist: 26.04.2026

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir einum ágrýtnum og ábyrgdarfullum arbeiðsfólki til vegadeildina, at byrja í starvið skjótast tilber

Arbeiðsuppgávur

Halda vegakervið viðlíka
Viðlíkahalda vatnverkini, vatnleiðingar, kloakkir og gøtuljós
Nýgerð av smærri verkætlanum
Hjálpa til á øðrum deildum eftir tørvi
Kavagrevstur og salta vegir

Krøv til útbúgving og førleikar

Um teg

Tú ert handverkari ella ert handalig/-ur og hevur royndir frá líknandi starvið
Tú hevur koyrikort
Tað er ein fyrimunur um tú dugir at koyra maskinur
Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, ið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag ella Føroya arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Vit bjóða

Eitt fjøllbroytt starv sum gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum. Hartil kemur ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til:

Harley Joensen, tekniskur leiðari í Fuglafjarðar kommunu á tel. 238008

Umsókn
Send okkum eina umsókn í seinasta lagi mánadagin 26. apríl 2026.

 
Kommunan tilskilar sær rættin í at velja ímillum innkomnar umsóknir, ella onga at velja