Roðin arbeiðir miðvíst við at menna Demenstænastuna, sum er tænastan til tey við demens, sum búgva heima (útiøkið) og til tey sum búgva á røktarheimi. Økið er raðfest, sum ein týðandi partur av heildartænastuni í Roðanum og stig eru tikin til at betra bæði fakligu karmarnar og tænasturnar.
Í hesum sambandi er Roðin farin undir eina nýskipan av Demenstænastuni. Endamálið er at styrkja og menna dygdina í tænastuni. Nýskipanin umfatar eina yvirskipaða leiðslu fyri alla Demenstænastuna og tvær deildarleiðslur – eina við ábyrgd av tænastunum til heimabúgvandi (útiøkið) og eina við ábyrgd av tænastunum inni á røktarheimum.
Tað verður atbeitt eftir ástøðinum hjá Tom Kitwood, ið leggur dent á persónmiðsavnandi røkt og umsorgan. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst eftir yvirskipaðu málunum hjá Roðanum, sjá heimasíðu https://rodin.fo/um-okkum
Um starvið
Demenstænastan til útiøkið fevnir um Dagtilboðið á Skála, sum er eitt serligt tilboð til fólk við demens, umframt kommunalar demenssamskiparar, ið veita tænastu og stuðul til borgarar við demens og teirra avvarðandi í heiminum.
Somuleiðis fevnir tað um at hava ábyrgd fyri flutningstænastuni hjá Roðanum, ið skipar koyringina til tey ymisku tilboðini hjá Roðanum.
Roðin leitar eftir einum deildarleiðara at standa á odda fyri hesi týðandi og mennandi tænastu. Vit leita eftir einum leiðara, sum brennur fyri at skapa trygd, virðing og dygd í tilboðnum og tænastuni til fólk við demens, og sum dugir at leiða starvsfólk við innliving og fakligum hegni.
Sum deildarleiðari hevur tú:
Fakliga,-og starvsfólkaleiðslu fyri bæði dagtilboðið, koyritænastuni og kommunalum demenssamskiparum.
Ábyrgd av at menna og tryggja eina dygdargóða tænastu við støði í tørvinum og lívssøguni hjá borgarunum.
Tætt samstarv við avvarðandi, leiðslu og onnur fakfólk innan eldraøkið.
Luttøku í strategiskari menning av demenstænastuni í Roðanum.
Vit vænta, at tú:
Ert útbúgvin og hevur góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Hevur royndir innan demensøkið og helst innan leiðslu. Útbúgving innan demens, kann verða ein fyrimunur
Dugir væl at samskifta og samstarva tvørfakligt
Hevur leiðsluligan áhuga og áræði at taka ábyrgd
Vilt vera við til at skapa ein góðan gerandisdag fyri fólk við demens
Arbeiðir og mennir tænasturnar víðari, útfrá yviskipaðu málum hjá Roðanum, umframt útfrá virðisgrundarlagnum á Dagtilboðnum á Skála.
Vit bjóða:
Eitt áhugavert og meiningsfult starv í einum týdningarmiklum starvsøki ?
Góðar samstarvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
Góða innleiðslu og upplæring, fyri at fáa trygga og góða byrjan
Setanarviðurskifti
Starvið verður at seta 1. august 2025 og lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita
Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unn Justinussen, leiðara fyri Demenstænastuni tlf 290213 ella við telduposti unnj@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við lívsrensli og prógvum verður at senda til rodin@rodin.fo. Umsóknarfreistin er 20. juni 2025.