Vit leita eftir einum dugnaligum og nærløgdum talgranskara til okkara virksemi.
Sum talgranskari hjá okkum hevur tú eitt áhugavert starv í eini livandi og framsøknari alifyritøku, har tú fert at vera við til at menna alingina í øllum liðum í okkara framleiðslu bæði á smoltstøðini, á sjónum og á góðskingarvirkinum.
Sum talgranskari hevur tú stóra ábyrgd av at greina dátur og finna samanhang í okkara framleiðslu soleiðis, at avgerðir verða tiknar á best møguligum grundarlagi. Harafturat er talan um eitt skapandi starv í eini fyritøku, sum sær stórt virði í nýhugsan.
Tú verður partur av menningartoyminum hjá Hiddenfjord.
Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um at skipa og at vera ein virkin partur í hesum uppgávum:
- At savna dátur á smoltstøðini, á sjónum og á góðskingarvirkinum.
- At greina dáturnar og finna samanhang, og á tann hátt vera við til at vit menna okkara framleiðslu og úrslit.
- At vera partur av ymiskum verkætlanum og menningararbeiði.
Vit vænta, at tú hevur - góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa arbeiðsuppgávur
- áhuga fyri lívfrøði og aling
- hollan kunnleika at forrita
- viðkomandi útbúgving so sum dataanalytikari, dataverkfrøðingur ella líknandi
Sum talgranskari vísir tú til alileiðaran. Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.
Umsókn
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jón Atlason, alileiðara, á telefon 288712.
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til starv@hiddenfjord.com. Umsóknarfreistin er 5.august 2024.
Umsóknin verður viðgjørd í trúnaði.
Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúrun.