Báta- og Listasavnið í Leirvík søkir eftir virknum starvsfólki at reka og menna savnið. Talan er um parttíðarstarv, har viðurskiftini kunnu avtalast nærri.
Í hesum starvi myndar tú í stóran mun sjálv/-ur arbeiðsdagin og innihaldið og her eru stórir møguleikar, um einum dámar at hugsa kreativt og øðrvísi.
Dømi um arbeiðsuppgávur
- Menna tiltøk, ið seta Báta- og Listasavnið í miðdepilin
- Seta tiltøk í verk fyri bæði føroyingar og útlendingar
- Gera rundvísingar og svara spurningum, tá ferðafólk eru á vitjan
- Vera á savninum í upplatingartíðini
- Vera vertur, gera drekka og evt. bíleggja mat og/ella annað, tá tiltøk eru.
- Gera PR-arbeiði fyri savnið (t.d. á sosialum miðlum, í bløðum, fysisk uppsløg í kommunini o.a.)
- Gera roknskapin fyri savnið
Rætti umsøkjarin megnar at røkja ein munandi part av nevndu arbeiðsuppgávum í góðum samstarvi viðstýrið fyri savnið, við Eysturkommunu og onnur, sum virka innan mentan og ferðavinnu í økinum.
Um hetta hevur tín áhuga, ring tá endiliga at fáa nærri kunning.
Astrid Johannesen 730020 (stýrislimur)
Tummas Justinussen 772105 (formaður)
Umsókn
Umsóknin skal sendast til astridjoh@eystur.fo, freistin at søkja er 8. apríl 2024.
Um Savnið
Báta- og Listasavnið húsast í hølunum hjá gamla Turkihúsinum á havnarøkinum í Leirvík.
Í savnshølunum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið. Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannisi Kristiansen og Sámali Toftanes.
Báta- og Listasavnið er ein sjálvsognarstovnur, ið húsast í hølum hjá Eysturkommunu.
Samskiparin vísir til stýrið fyri Báta- og listasavnið.
Deil á Facebook