Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð á dagstovninum Barnalund, at byrja skjótast gjørligt.
Um starvið
Starvið inniber alla dagliga reingerð av stovninum 5 dagar um vikuna.
Førleikakrøv
Vit vænta, at viðkomandi hevur hesar førleikar :
- Royndir innan reingerð. (Hettar er tó ikki eitt krav)
- Er blíð/ur, fyrikomandi og møtur væl upp
- Er álítandi og ágrýtin
- Hevur góð samstarvsevni og er hjálpsom/samur
- Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er.
Setanar- og lønarviðurskiftir
Talan er um tímalønt starv 13 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er eftir kl 17.00.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.
Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin, at seta teg í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.
Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin, saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast via vangan
Ella við telduposti til info@fuglafjordur.fo
Freistin, at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagið 2. desember 2026.