Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Reingerðarfólk til Frítíðarskúlan Kamb

Umsóknarfreist: 22.02.2026

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð í frítíðarskúlanum Kambi á Kambsdali, at byrja 09. mars 26 2025 

Um starvið

Starvið inniber alla dagliga reingerð í frítíðarskúlanum og talan er um reingerð 17,5 tímar aðru hvørja viku.

Vit vænta, at tú hevur hesar førleikar :

  • Royndir innan reingerð. (Hettar er tó ikki eitt krav)
  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtur væl upp
  • Er álítandi og ágrýtin
  • Hevur góð samstarvsevni og er hjálpsom/samur
  • Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er

Setanar- og lønarviðurskiftir

Talan er um fast starv og royndartíðin er 3 mánaðir. Arbeiðstíðin er eftir kl. 17.00.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF. 

Fleiri upplýsingar um starvið

Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, eru tit vælkomin, at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast via vangan

Ella við telduposti til info@fuglafjordur.fo

Freistin, at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagið 22. februar 2026.