Miðnám á Kambsdali søkir eftir orðblindalærara at byrja sum skjótast.
Talan er um eitt 1/5 avloysarastarv fyri lærara í farloyvi skúlaárið 23/24.
Starvið verður sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.
Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður, skal hava útbúgving sum orðblindalærari umframt minst bachelorprógv í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla, ella læraraprógv ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:
- at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
- at greina lesitrupulleikar og seta hóskandi átøk í verk
- at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
- at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali
Harafturat verður dentur lagdur á:
- at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga
- at tú hevur góðar KT førleikar
- at tú hevur royndir við at nýta CD-orð og Nota
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 18. august 2023. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo
Spurningar um starvið kunnu setast Honnu Jensen, rektara, á hje@kambsdalur.fo
Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo
Deil á Facebook