Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin

Er tað tær vit leita eftir?  Vit søkja eftir námsfrøðingum til vøggustovu, miðlingastovu og 
barnagarstovu, at byrja ½ mai og ½ august ella eftir avtalu.
Námsfrøðingar ið verða útbúnir í juni 2024, eru vælkomnir at søkja størvini. 
Vit hava sum er, námsfrøðing á øllum stovum.

Barnahúsið Sellin er normeraður til 60 børn. Vit hava tvær vøggustovur, eina miðlingastovu, eina
barnagarðsstovu, og sjálvstøðugan frítíðarstovu

Førleikakrøv:
• Vit ynskja at tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur og er ígongdsetandi. 
• Er opin, jalig, hevur hug og hegni at veita umsorgan og hevur góð samstarvsevni. 
• Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein 
fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið. 
• Vil viðvirka til at menna námsfrøðina á stovninum. 
• Tekur undir við, at skapa eitt spennandi og lívligt námsfrøðiligt umhvørvi
• At tú sært møguleikar, ið nátturðan hevur at bjóða og gert brúk av teimum í dagliga 
arbeiðinum.
• Tað hevur týdning, at tú sum starvsfólk tolir broytingar, ið koma fyri á stovninum.

Vit kunnu bjóða:
• Góðar arbeiðsumstøður
• Eitt spennandi og mennandi starv, har tú hevur ávirkan á dagligdagin
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum,

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu, at fáa vil vega barnaváttan, tá umsøkjari 
verður settur í starv.

Meira fæst at vita um størvini og stovnin, við at venda sær til Nancy Poulsen, leiðara, á tlf. 
212252/667160

Umsókn við avriti av prógvið og møguligum ummælum, skal sendast til sellin@runavik.fo innan 05. mai 2024