Størvini eru til vøggustovu og barnagarð. Vit søkja eisini avloysarar, at senda boð eftir, eftir tørvi.
Í Sóljuhjartanum starvast, um 40 fakligt dugnalig og íðin starvsfólk.
Vit hava 4 barnagarðstovur við 80 børnum og 2 vøggustovur við 26 børnum og 15 børn í náttúrbarngarði í Æðuvík.
Fyrst í komandi ári lata vit tvær nýggjar vøggustovur upp í Søldafjarðar skúla.
Sóljuhjarta liggur sentralt í meginøkinum.
Vit vænta av tær, at tú:
- hevur umsorgan fyri børnum
- er íðin, nærlagdur og álítandi
- dugir væl at samskifta og hevur góð samstarvsevnir
- hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin
- er nýhugsandi, ígongdsetandi og megnar broytingar um so skuldi verið
- sær møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya
Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við til Káru Løkin, leiðara tlf. 297171