Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Maskinsmiður

Umsóknarfreist: 26.02.2024

Brennir tú fyri at arbeiða við bilum, stórbilum, entreprenørmaskinum, stáli og tekniskum skipanum annars?

Vit hava nógvar spennandi uppgávur til ein maskinsmið og verður tú partur av okkara stáldeild á verkstaðnum  

Stáldeildin fast serliga við at framleiða og uppseta stál konstruktiónir til byggjivinnuna og konstruktiónir annars á entreprenørmaskinum eins og at byggja kai anlegg.

Tú fær stóra ávirkan á tín arbeiðsdag. Vanliga arbeiðstíðin er mán-frí 08-16:10, men vit hava vanliga nógvar uppgávur so tann dugnaligi og ágrytni kann fáa nógva yvirtíð, um tað er eitt ynski.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað
  • Persónlig og fakliga førleikamenning
  • At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú:

  • er røkin og álítandi
  • ert arbeiðssom/-samur
  • ert sjálvstøðug/ur
  • Brennir fyri omanfyri nevndu uppgávum
  • Smittar góða lagi har tú kemur

Meira at vita um starvið
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Bárður Árnason, leiðara, tel. 216102.

Umsóknarfreist 26.02.2024.

Søk starvið her

Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla
Í toyminum á verkstaðnum eru áleið 30 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild í framleiðir og uppsetur stálkonstruktiónir og gerð umvælingar – alt frá smáðum uppgávum til størri kai anlegg. Eisini taka vit okkum av at byggja og umvæla ymiskar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivna.