Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Laborantur til mikrobiologisku kanningarstovuna

Umsóknarfreist: 06.09.2026

Søkt verður eftir laboranti til spennandi og avbjóðandi uppgávur á mikrobiologisku kanningarstovuni.

Ert tú hugtikin av mikrobiologi og trívist í einum dynamiskum umhvørvi í eini nýmótans kanningarstovu? Ert tú nærlagdur, dugnaligur og dugir at arbeiða miðvíst við uppgávum, bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi? Ert tú klárur at vera við til at seta nýggjar kanningarhættir í gongd? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Kanningarstovan ger mikrobiologiskar kanningar fyri vinnuna, kommunur og myndugleikar.

Umframt at vera væl útgjørd við nýggjari og nútímans útgerð til kanningarnar, er dygdin á kanningarstovuni á altjóða støði og verður góðskustýrd eftir ISO/IEC 17025.

Arbeiðsuppgávur

  • mikrobiologiskar kanningar av:
    • matvørum 
    • vatni og sjógvi 
    • fóðri 
    • umhvørvi
  • innkoyring av kanningarhættum
  • menning og viðlíkahald av góðskuskipan
  • arbeiði við telduskipanum, PCR dátuviðgerð
  • annað vanligt arbeiði á kanningarstovuni.

Vit nýta/menna framkomnar kanningarhættir sum til dømis PCR.

Tínir førleikar og útbúgving

  • lokið prógv sum laborantur ella líknandi
  • góðan kunnleika til føroyskt og norðurlendskt í skrift og talu
  • góðan teldukunnleika

Vit kunnu bjóða tær
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv, har tú verður ein týðandi partur í at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit.

Tíð og setanarviðurskifti
Talan er um eitt 60% starv, t.d. tríggjar dagar um vikuna.

Arbeiðstíðin er mest sannlíkt mánadagar, týsdagar og mikudagar, umframt vikuskiftisarbeiði uppá skift.

Starvið skal setast skjótast gjørligt. Lønin verður í flokki 5 sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvi, starvsroyndum og viðmælum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 06.09.2026. Umsókn skal sendast til hfs@hfs.fo ella til Heilsufrøðiliga Starvsstovuna, Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn.

Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Janus Vang, deildarleiðara, tlf. 556480 ella teldupost jav@hfs.fo.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum.
Mikrobiologiska kanningarstovan er altjóða góðkend eftir ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Á mikrobiologiska kanningarstovuni arbeiða 10 fólk.